Her er filmurin um Eliu Enghamar á Anfield

Annika G. Enghamar og dóttirin Elia vórðu útvaldar at fara úr Føroyum til dyst í Liverpool

Mynd: (Screenshot) Her sæst Elia á Anfield saman við Joel Matip og hinum spælarunum hjá Liverpool

Mynd: (Screenshot) Her sæst Elia á Anfield saman við Joel Matip og hinum spælarunum hjá Liverpool

Í februar var eitt spanskt filmslið í Føroyum og gjørdi ein heimildarfilm um viðhaldsfólk hjá Liverpool í Føroyum. Filmurin er gjørdur fyri fyritøkuna Mastercard, sum er ein høvðusstuðlunum hjá UEFA og Champions League.

Annika G. Enghamar og dóttirin Elia vórðu útvaldar at fara úr Føroyum til dyst í Liverpool, har Elia var maskottur og harvið fyrsti føroyingurin á Anfield. Í filminum sæst hon ganga á vøllin á Anfield saman við miðverjanum hjá Liverpool Joel Matip. Liverpool spældi móti Bayern Munchen úr Týsklandi og tað endaði 0-0, so helst hevur Elia sín leiklut í tí.

##med2##

Í filminum síggja vit eisini prát við pápa Eliu, Virgar Enghamar, sum sat í Bowlinhøllini saman við føroyskum viðhaldsfólkum og hugdi eftir dystinum. Prát er eisini við ein av høvðusmonnunum aftanfyri Liverpool Føroyar fjepparabólkin, Petur Piddi Olsen.

Liverpool er framvegis í Champions League kappingini og skal í kvøld spæla móti FC Barcelona. Annika G. Enghamar og dóttirin Elia eru eisini bodnar til sjálva Champions League finaluna, sum verður í Madrid 1. juni.

Mynd: (Screenshot) Her sæst Elia á Anfield saman við Joel Matip og hinum spælarunum hjá Liverpool

Her er filmurin, sum spanska filmsliðið gjørdi fyri Mastercard