Her er fyrsta keypið hjá Manchester City

20 ára gamli Ferran Torres er fyrsta keypið hjá Manchester City í summar

Manchester City hevur keypt 20 ára gamla Ferran Torres frá Valencia. Hann er fyrsta keypið hjá Pep Guardiola og Manchester City í summar. Søgurnar siga, at felagið eisini er til reiðar at styrkja miðverjuna.

Ferran Torres er úr Spaina og spælir á vonginum. Hann kostar í fyrstu atløgu áleið 160 milliónir krónur, men prísurin kann hækka upp til góðar 300 milliónir krónur, alt eftir hvussu tað gongur honum og felagnum. Manchester City hevur í summar selt Leroy Sané til Bayern Munchen, meðan David Silva er givin í felagnum.

Bretskir miðar siga seg vita, at Pep Guardiola vil hava fýra spælarar afturat í hópin. Ein av teimum tykist heilt víst verða Nathan Aké hjá niðurflutta AFC Bournemouth. Hollendski miðverjin er 25 ára gamal og hevur verið millum teir bestu hjá AFC Bournemouth, síðani hann skifti frá Chelsea.