Her er liðið – Árni byrjar inni

Venjingin í dag gav greiðar ábendingar um liðið til dystin móti Spania

Mynd: (Álvur Haraldsen) Árni Frederiksberg sær út til at fáa kjansin móti Spania

Mynd: (Álvur Haraldsen) Árni Frederiksberg sær út til at fáa kjansin móti Spania

##med5##
Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Spania, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil ikki avdúka hvørjir byrjar, men venjingin gav greiðar ábendingar um liðið.

##med2## 

Alt bendir á, at Teitur M. Gestsson byrjar í málinum fyri Gunnar Nielsen, sum er skaddur. Lars Olsen hevur sagt, at tað mest sannlíkt verður við fýra í verjuni. Venjingarnar geva ábendingar um, at teir fýra verða Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen.

Á miðjuni verða tað Heini Vatnsdal og Brandur Hendriksson mitt á miðjuni, meðan Hallur Hansson verður á framrættaða miðvøllinum. René Shaki Joensen er klárur, men millum linjurnar verður sagt, at hann verður spardur til dystin móti Norra. Hann hevur ikki vant í vikuni upp til landsliðssamlingina, meðan Rógvi Baldvinsson hevur havt ein minni snudd.

 ##med3##

Á vengrunum bendir nógv á, at tað verður Árni Frederiksberg, sum vinnur dystin um plássið á vinstra vongi. Lars Olsen segði eftir tíðindafundin í dag, at hann vónar at samanspælið millum Árna og Klæmint A. Olsen fer at rigga – um Árni byrjar ella kemur hann. Á høgra vongi verður Sølvi Vatnhamar.

 ##med4##

Í álopinum verður tað Klæmint A. Olsen frá byrjan. Tað hevur Lars Olsen nærmast kunngjørt, uttan at endaliga vátta tað. Venjingin í dag gevur sterkar ábendingar um, at hetta verður liðið.

Vit gita: (4-2-3-1)

Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Heini Vatnsdal - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Árni Frederiksberg sær út til at fáa kjansin móti Spania

Mynd: (Álvur Haraldsen) Teitur M. Gestsson verður helst í málinum, tá Føroyar í morgin spæla móti Spania

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hallur Hansson verður aftur á framrættaða miðvøllinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Klæmint A. Olsen (í miðjuni) byrjar helst í álopinum, meðan Patrik Johannesen (t.v) byrjar á bonkinum