Her er nýggi venjarin hjá H71

SMS deildin: Carsten Thomsen er givin sum venjari, og ein av okkara kendastu tekur við

Danski Carsten Thomsen er givin sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá H71. Í hansara stað kemur ein av okkara kendastu og royndastu venjarnum. Talan er vestmenningin Inga Olsen.

- Vit hava ikki endaliga gjørt avtalu, men jú tað passar. Vit møtast í morgin og vænti at taka venjingina, sigur Ingi Olsen, við In.fo í kvøld.

Ingi Olsen er ein kendur maður í føroyskum hondbólti, har hann serliga verður settur í samband við VÍF, har hann í fleiri førum hevur verið venjari og undan tí spælari. Hann er eisini landsliðsvenjari hjá besta manslandsliðnum hjá Grønlandi, og hevur verið partur av millum annað U21-landsliðnum, sum kom til HM-endaspælið í Algeria í 2018.

Kvinnurnar hjá H71 eru í løtuni á øðrum plássi í landskappingini. Tær taptu í dag 29-20 fyri Neistainum í høllini á Hálsi.