Her er nýggi venjarin hjá H71 kvinnunum

- Eg eri spentur at sleppa at hava venjingar fleiri ferðir um vikuna, so eg kann síggja, hvussu tað kann flyta spælararnar, sigur nýggi venjarin

Mynd: (H71/Facebook) Carsten Jensen, nýggjur venjari hjá H71, og forkvinnan í felagnum, Anna Dam

Mynd: (H71/Facebook) Carsten Jensen, nýggjur venjari hjá H71, og forkvinnan í felagnum, Anna Dam

H71 hevur gjørt avtalu við danska hondbóltsvenjaran, Carsten Thomsen, um at hann komandi kappingarár skal venja bestu kvinnurnar hjá felagnum. Tað skrivar felagið á Facebook í kvøld.

– Eg gleði meg sera nógv til uppgávuna sum venjari hjá H71-kvinnunum, og teir dagarnar, eg var og vitjaði felagið herfyri, kom eg í samband við nógv dámlig fólk, sum eg gleði meg til at læra nærri at kenna. Og so eru Føroyar við síni stórbæru natúru eisini eitt spennandi land at koma til, sigur 50 ára gamli Carsten Thomsen.

Hann er úr Kolding, men seinnu árini hevur hann mest gjørt vart við seg sum venjari í Vejle, har hann síðstu fýra árini hevur verið við til at tryggja kvinnuliðnum hjá Vejle HK uppflyting úr 3. upp í 2. deild. Undan tí hevur hann eisini verið við til at fingið kvinnuliðið hjá Haderslev KFUM úr 3. upp í 1. deild.

– Nú havi eg forhoyrt meg eitt sindur hjá fólki, ið kennir til føroyskan kvinnuhondbólt, og millum annað havi eg fingið at vita, at hugurin at venja er góður. Tað ger ikki minst, at eg gleði meg nógv til uppgávuna, tí í Danmark verður nógv vant í liguni, men ikki so nógv niðri í deildunum, sigur Carsten Thomsen, sum hevur eitt stórt ynski um at flyta spælararnar rætta vegin.

– Tí gleði eg meg nógv til uppgávuna, og serliga spentur eri eg at sleppa at hava venjingar fleiri ferðir um vikuna, so eg kann síggja, hvussu tað kann flyta spælararnar, sigur venjarin, ið hevur gjørt avtalu við H71 í eitt ár. Hallur Danielsen heldur fram sum hjálparvenjari.

##med2##

Carsten Thomsen hevur í DHF-høpi bæði ungdómsvenjaraprógv og prógv sum divisiónsvenjari, og síðani 2006 hevur hann verið venjari í Fredericia, Vejle, Haderslev og Kolding, og í mars 2018 var hann knýttur at U20- og U16-landsliðunum hjá Georgia.

– Tað var nú ikki so leingi, men nóg leingi til, at eg hevði hug at royna okkurt í einum øðrum landi, so nú møguleikin stóð mær í boði at koma til Føroya, var lætt hjá mær at taka av, tí eg síggi hetta eisini sum ein møguleika at royna nakað annað enn tað, eg havi verið vanur við, sigur Carsten Thomsen, sum byrjar í starvinum sum venjari hjá H71-kvinnunum eftir ólavsøku.

Mynd: (H71/Facebook) Carsten Jensen, nýggjur venjari hjá H71, og forkvinnan í felagnum, Anna Dam

Mynd: (H71/Facebook) Carsten Jensen, nýggjur venjari hjá H71, og hjálparvenjarin Hallur Danielsen