Her er nýggi venjarin hjá NSÍ

NSÍ hevur longu kunngjørt hvør tekur yvir eftir Guðjón Þórðarson

Venjarasessurin í NSÍ var ikki tómur serliga leingi, aftaná at in.fo fyri løtu síðan kundi avdúka, at Guðjón Þórðarson hevur sagt seg úr starvi. 

Longu ein hálvan tíma aftaná, at tíðindini bórust um, at venjarin var farin úr starvi, boðar NSÍ frá, at nýggjur venjari er settur. Talan er um Glenn Ståhl, ið var venjari hjá Suðringum í 2018.

- NSÍ og Glenn Ståhl hava gjørt sáttmála, og merkir hettar at Glenn Ståhl verður venjari hjá NSÍ komandi 2 árini. Glenn Ståhl er 48 ára gamal, og er hann kendur í føroyskum fótbólti, har hann var venjari í samanlagda liðnum í suðri. Glenn kemur nú at verða venjari hjá NSÍ komandi 2 árini, skrivar NSÍ á heimasíðu síni. 

Les eisini:NSÍ venjarin hevur sagt seg úr starvi