Her er nýggja venjaraparið hjá AB

AB hevur funnið avloysararnar hjá Sorin Anghel.

Mynd: argjaboltfelag.com

Mynd: argjaboltfelag.com

AB hevur nú funnið loysnina upp á venjaraspurningin eftir at Sorin Anghel herfyri takkaði fyri seg í felagnum.

Felagið á Argjum boðar í kvøld frá, at Tonni Brimsvík og Símun Samuelsen eru nýggir høvuðsvenjarar.

- Eg byrjaði sum hjálparvenjari hjá Sorin Anghel í fjør. Uppá stutta tíð lærdi eg nógv, og hóast hetta stigið kom nakað brádliga, kenni eg meg kláran og gleði meg til avbjóðingina. Á Argjum arbeiða vit fyrst og fremst við menningini í huga. Men eg kenni meg vísan í, at hetta kemur at síggjast aftur á vøllinum, sigur Tonni við AB-heimasíðuna.

Símun Samuelsen, sum júst er givin sum fótbóltsleikari, er ikki heilt ókendur á Argjum. Í 2016 spældi hann nevniliga við AB, har hann nú skal royna seg sum venjari.

- AB er felagið, sum bjargaði mínari leikarakarieru. Eg hevði verið illa skaddur, tá eg kom til AB, og her á Argjum fekk eg møguleikan at koma fyri meg sum leikari. Nú fái eg enn ein møguleika á Argjum, og eg klári illa at bíða eftir at koma í gongd og vísa mínar dygdir sum venjari, sigur Símun Samuelsen við AB-heimasíðuna.

Formaðurin í AB, Marius Thomassen, heldur nýggja venjaraparið vera ein fong fyri felagið.

- Bæði tað, at vit hava fingið Símun Samuelsen út aftur á Argir, og at Tonny Brimsvík, sum er so væl lýddur í felagnum, heldur á fram, er fantastiskt. Nú kann kappingin bara byrja, sigur hann við argjaboltfelag.com.

Mynd: argjaboltfelag.com