Her er svenska landsliðið

Teir spæla við feløgum sum Manchester United og RB Leipzig

Mynd: (Scanpix) Victor Nilsson Lindelöf (Manchester United) er millum spælararnar, sum verður á Tórsvølli í morgin

Mynd: (Scanpix) Victor Nilsson Lindelöf (Manchester United) er millum spælararnar, sum verður á Tórsvølli í morgin

Svenska landsliðið er komið til landið og skal seinni í dag venja á Tórsvølli. Landsliðsvenjari er Janne Andersson. Hann hevur úttikið spælarar sum Victor Nilsson Lindelöf, sum vit kenna frá Manchester United.

Av øðrum kunnu nevnast Emil Forsberg, sum spælir í týskum fótbólti við RB Leipzig, og John Guidetti, ið spælir við Deportivo Alavés í Spania.

##med2## 

Eisini er vert at nevna 34 ára gamla Sebastian Larsson, sum hevur spælt við feløgum sum Arsenal, Birmingham og Sunderland. Hann fór sum ungir til Arsenal saman við føroyska Inga Højsted, har teir blivu góðir vinir. Sebastian Larsson hevur nú spælt 113 landsdystir og umboðar AIK Stokhólm.

Afturgangandi fyri hópin er, at teir hava spælt nógvar landsdystir. Afturat Sebastian Larsson eru eisini Andreas Granqvist (Helsingborgs IF) við 83 landsdystum, Mikael Lustig (KAA Gent) við 77 landsdystum og Marcus Berg (FC Krasnodar) við 71 landsdystum.

Her er hópurin hjá Svøriki:

Karl-Johan Johnsson (FCK) – 7 (landsdystir)

Kristoffer Nordfeldt (Swansea City) – 10

Robin Olsen (Cagliari) – 31

Pierre Bengtsson (FCK) – 24

Andreas Granqvist (Helsingborgs IF) – 83

Filip Helander                      (Rangers FC) – 10

Niklas Hult (AEK Athen) – 8

Pontus Jansson(Brentford FC) – 22

Emil Krafth (Newcastle United) – 20

Mikael Lustig (KAA Gent) - 77

Victor Nilsson Lindelöf (Manchester United FC) – 29

Sebastian Andersson (1.FC Union Berlin) – 5

Marcus Berg (FC Krasnodar) – 71

Jimmy Durmaz (Galatasaray FC) – 48

Albin Ekdal (UC Sampdoria) – 45

Emil Forsberg (RB Leipzig) – 45

John Guidetti (Deportivo Alavés) – 27

Alexander Isak (Real Sociedad) – 6

Jakob Johansson (Stade Rennais FC) – 18

Sebastian Larsson (AIK) - 113

Kristoffer Olsson (FC Krasnodar) – 9

Robin Quaison (1. FSV Mainz 05) – 10

Gustav Svensson (Seattle Sounders FC) – 22

Muamer Tankovic (Hammarby) – 2

Venjari: Janne Andersson

Mynd: (Scanpix) Victor Nilsson Lindelöf (Manchester United) er millum spælararnar, sum verður á Tórsvølli í morgin

Mynd: (Sosialurin 15. oktober 2012) Sebastian Larsson og Ingi Højsted heilsa upp á høvnn annan