Her eru allir venjararnir

Í kvøld hevur EB/Streymur boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Jákup Martin Joensen, ið heldur fram sum venjari í 2020.

Við hesum eru allir tíggju venjararnir sett til Betri deildina hjá monnum. Tað verða fimm nýggir venjarar og fimm venjarar, sum halda halda fram. HB, NSÍ, Skála, TB og Víkingur hava sett nýggjan venjara, meðan hinir fimm halda fram. Teir eru Sorin Anghel (AB), Jákup á Borg (B36), Hans Jørgen Djurhuus (ÍF) , Mikkjal Thomassen (KÍ) og Jákup Martin Joensen (EB/Streymur).

Teir fimm, sum eru nýggir eru Glen Ståhl (NSÍ), Michael L. Winter (TB), Eyðun Klakstein (Víkingur), Bill M. Jacobsen (Skála) og Jens Berthel Askou (HB).