Her eru mótstøðuliðini hjá B36 og KÍ

Europa League: Í kvøld bleiv greitt hvørjum B36 og KÍ møta í 3. undanumfari til Europa League

B36 skal til Bulgaria at spæla móti CSKA Sofia, meðan KÍ fær vitjan av Dinamo Tbilisi úr Georgia. Tað er staðfestingin, eftir at fleiri dystir hava verið í Europa League í kvøld.

B36 vann seg í gjár víðari til 3. undanumfar í Europa League við dramatiskum sigri á The New Saints í gjárkvøldið. Í dag kvøld bleiv greitt at mótstøðuliðið verður CSKA Sofia úr Bulgaria, sum verður vertur fyri B36. CSKA Sofia vann 2-0 á BATE Borisov, sum vann hitt møguliga mótstøðuliðið. Dysturin verður í Bulgaria.

KÍ er eisini í 3. undanumfarinum í Europa League. Tilgongdin hevur verið eitt sindur øðrvísi, tí KÍ vann fyrst í 1. umfari í Champions League á Slovan Bratislava í umstríddum umstøðum uttan dyst, og tapti síðani í Sveis fyri Young Boys. Dysturin endaði 3-1 til heimliðið úr Bern.

UEFA hevur skipað tað soleiðis at meistaraliðini, sum verða útsligin í Champions League sleppa eisini at royna seg í Europa League. Tí er KÍ nú flutt yvir í 3. undanumfar í Europa League. Her hevur lutakastið givið KÍ heimavøll móti Dinamo Tbilisi, sum í kvøld vann 1-0 á Connah’s Quay úr Wales í kvøld.

Dystirnir verða í komandi viku. KÍ er sett at spæla móti Dinamo Tbilisi hósdagin 24. septembur klokkan 19 á Tórsvølli.

##ms##