Her vinnur KÍ á B36

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum KÍ og B36 í dag

 

Stórur spenningur er framvegis um fjórða plássi í Effo-deildini, sum altso er seinasta plássi sum gevur europeiska luttøku við sær.

 

HB og KÍ stríðast fyri at fáa seinasta plássi, har HB er tvey stig frammanfyri KÍ, nú tað resta tvey umfør av kappingini.

 

Um KÍ hevði tapt sín dyst móti Føroyameistarunum úr B36 í dag, hevði stríðið um fjórða plássi mestsum verið avgjørt.

KÍ vann tó dystin móti B36 2-1, har øll málini í dystinum komu í fyrra hálvleiki.

Philip Lund legði fyrst B36 á odda 1-0, men við málum frá Kenan Hajdarevic og Ndende Adama Gueye vendi KÍ dystinum.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.