Herbjørn og Neistin í málhýri - Hans Eli og KÍF vunnu fyrsta sigurin

Neistin hevur fult stigatal eftir tveir dystir, meðan KÍF í triðju royndini vann ársins fyrstu stig

Herbjørn Lava tók við átta málum lut í málveitsluni hjá Neistanum ímóti StÍF í dag. Sí fleiri myndir niðanfyri.

Herbjørn Lava tók við átta málum lut í málveitsluni hjá Neistanum ímóti StÍF í dag. Sí fleiri myndir niðanfyri.

Neistin og KÍF vunnu í dag tryggar sigrar á ávikavist StÍF og Kyndli .

Í Havn tók Neistin ímóti StÍF, sum nú er uttan stig eftir tríggjar dystir.

StÍF var nær við sigurin ímóti VÍF seinasta vikuskiftið. Mikukvøldið var einki serligt verjuavrik, tá ið H71 skoraði 34 ferðir á Skála. Í Havn í dag gjørdist uppaftur verri, tí Neistin vann 37-26.

Tað var títt ímillum málini, og bæði liðini vildu renna skjótálop. Hetta hóvaði 5-1 verjuni hjá Neistanum væl, og tá ið steðgurin nærkaðist, hevði Neistin lagt sjógv ímillum.

##ms##

Hálvleiksstøðan var 18-15 til Neistan. Neistamenn hildu á við málskjótingini og heilt tíðliga í seinna hálvleiki var dysturin avgjørdur. Neistamenn bjóðaðu seg til á øllum plássum, og millum annað sterki strikuleikarin, Herbjørn Lava, var eirindaleysur í stórsigrinum, sum endaði við heili 37-26 til Neistans

Neistin - StÍF 37-26 (18-15)

Neistin: Herbjørn Lava 8, Julian Kragesteen 5 (2), Rasmus Søby 4, Pauli Høj 4, Jónas Rasmussen 4, Karl Martin Olsen 3, Hanus Árason 3, Jónsvein Dulavík 3, Johannes Bjørgvin 1, Finnur Hansson 1, Bence Gödör 1.

StÍF:Jóannes Prestá 9 (1), Pætur Johansen 6 (1), Bjarni í Selvindi 5 (1), Martin Danielsen 4, Pætur Ó. Barclay 1, Ivan Mrdalo 1.

Hans Eli og KÍF reistu seg

Eftir fyrst tepurt tap ímóti Neistanum, og síðani svíðandi ósigri ímóti Team Klaksvík, kom KÍF á stigatalvuna við tryggum heimasigri á Kyndli. Úrslitið gjørdist 27-19 til KÍF.

Heimaáskoðararnir náddu akkurát at føla fjálturin, tá ið Kyndil legði seg á odda 2-0, men so stongdi KÍF málið - sum var uttan leikbannaða Joakim Jürs í dag.

Ímyndin av KÍF-álopinum seinastu árini, Hans Eli Sigurbjørnsson, hevur sitið uttanfyri fyrstu tveir dystirnar, men í dag vóru boð eftir honum á vøllinum.

Eftir tíggju minuttir skoraði Hans Eli Sigurbjørnsson sítt fyrsta mál hetta kappingarárið, og gjørdi støðuna til 5-2 til KÍF. Hann fór at fáa fitt fleiri í dag.

Kyndil fekk ongantíð ferilin av leiðsluni aftur. Við steðgin høvdu kollfirðingar økt upp í 14-8, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki vaks leiðslan upp í 19-8.

Tá var kappingarársins fyrsti KÍF-sigur tryggur, og dysturin endaði við úrslitinum 27-19.

KÍF - Kyndil 27-19 (14-8)

KÍF:Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Rani A. Højgaard 6 (1), Nikolay Bliznov 3, Poul F. Egholm 2, Hørður F. Sigþórson 2, Andrias Nielsen 1, Atli L. Hammer 1, Jón Suni Kjærbæk 1, Teitur Joensen 1, Hjalti H. Matras 1.

Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 4, Borgar Sveinsson 3, Anders Risdal 3 (2), Jóni G. Viderø 3, Ovi Lützen 2, Tróndur Wardum 1, Jóan Pauli Paturson 1, Jákup Jørgensen 1, Mads Lindkvist 1.

Burn menn (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin26553124
2VÍF25644124
3H7113417172
4Team Klaksvík2454142
5KÍF3706912
6Kyndil36278-162
7StÍF36999-300

 

 

 

Herbjørn Lava tók við átta málum lut í málveitsluni hjá Neistanum ímóti StÍF í dag. Sí fleiri myndir niðanfyri.