Hesar 11 byrja ímóti Wales

Nú er greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu verða, ið byrja á vøllinum ímóti Wales. Dysturin verður floytaður í gongd klokkan 17:00

Klokkan 17:00 verður fyrsta bríksl í EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Wales. Talan er um fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021, sum verður í Fraklandi.

John Petersen er venjari hjá kvinnulandsliðnum, og nú er greitt, hvørjar tær fyrstu 11 verða, ið venjarin sendir á vøllin frá byrjan.

Anna S. Hansen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Julia Naomi Mortensen, Lív Arge Poulsen, Durita Hummeland og Katrina Akursmørk. Á miðvøllinum frá byrjan vera Evi á Lakjuni, Eyðvør Klakstein, Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jakobsen og Ásla Johannesen. Framherji verður Heidi Sevdal.

Eykaspælarar eru Monika Biskopstø, Marita á Fríðriksmørk, Annika Ragna Christiansen, Sanna Svarvadal, Olga Kristina Hansen, Sara Samson Lamhauge, Jónvá Hentze, Sarita Maria Mittfoss og Rebekka Fjalsá Benbakoura.