Bert eitt stig frá einum søguligum bragdi

Ìslendingar ætla tó at staðfesta EM-sætið við einum heimasigri ímóti Kasakstan

Íslendska A-landsliðið er á gáttini til sína størstu søguligu stund nakrantíð. Útselt er á Laugardalsvøllinum í annaðkvøld klokkan 19.45, tá íslendingar í undankappingarbólki A taka ímóti Kasakstan, sum bara hevur eitt stig í hesari undankappingini.

 

Íslendingar eru á odda við 18 stigum, Kekkia hevur 16 stig, og Niðurlond hava 10 stig, nú tríggir dystir eru eftir at spæla í EM-undankappingini, og eru íslendingar greiðir favorittar til dystin ímóti Kasakstan í annaðkvøld, sum sæst á RÚV. T.d. hevur Danske Spil oddsini 1,25 uppá íslendskan heimasigur í morgin.

 

Hóast teimum bert tørvar ein javnleik ímóti Kasakstan fyri at tryggja sær sætið í EM-endaspælinum í Fraklandi komandi summar, so gera íslendsku spælararnir greitt í íslendskum miðlum, at teir ætla at vinna á Kasakstan frammanfyri fullsetta Laugardalsvøllinum. 

 

Íslendingar ætla eisini at stríðast fyri at vinna fyrsta plássið í bólkinum, hóast eitt annað pláss hevði verið nóg mikið hjá teimum til at vunnið seg í EM-endaspælið. Setningurin er eisini at fáa eina betri styrkismeting, tá lutakastið til EM-bólkarnar verður í Fraklandi í desember.

 

Í 2004 setti Lettland met, sum minsta tjóðin nakrantíð, ið hevur vunnið seg í eitt EM-endaspæl við bert tveimum miljónum íbúgvum. Tað metið verður vónandi sligið av okkara frændum í annaðkvøld. Áfram Ísland.