Hesi hittast í steypakappingini

Fleiri spennandi dystir verða í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið.

Nú er greitt hvørji lið hittast í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakast var í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya í kvøld.


Lutakastið fløskaði seg soleiðis:


Undanumfar (30. mars)

Royn – FC Hoyvík


1. umfar (22. apríl)

Royn/FC Hoyvík – B68

Undrið FF – KÍ

EB/Streymur – Víkingur

B36 – 07 Vestur

B71 – ÍF

HB – NSÍ

TB – FC Suðuroy

Skála – AB