Hesin heldur fram í HB

HB er í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár

HB hevur í dag longt sáttmálan við Bartal Wardum. Nú byrjar hópurin at taka skap og sum skilst, so verður nýggjur venjari kunngjørdur í næstum.Av øðrum hava Teitur M. Gestsson, Hørður Askham, Tróndur Jensen og Adrian Justinussen longt sáttmálan, meðan Heðin Hansen er komin til úr Víkingi.

Heimasíðan hjá HB skrivar:

- Bartal Wardum hevur longt sáttmálan við HB. Síðani hann á fyrsta sinni kom á besta liðið, sum 16 ára gamal, hevur hann verið meira ella minni fastur maður, og er nú skrásettur fyri 158 dystir og 9 mál. So hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan mann. Hann hevur eisini umboða Føroyar á ungdómslandsliðum, og varð úttikin til A-landsliðið fyrr í ár.