Hesin skal lyfta arvin eftir Cantona, Beckham og Ronaldo

Altjóða miðlar skriva at Manchetser United er í holt við at keypa nýggja enska stjørnuskotið

Mynd: (Scanpix) Jadon Sancho í dysti fyri Onglandi móti Christian Pulisic og USA

Mynd: (Scanpix) Jadon Sancho í dysti fyri Onglandi móti Christian Pulisic og USA

Altjóða miðlar skriva, at Manchester United er í holt við at keypa Jadon Sancho frá Borussia Dortmund. Enski landsliðsspælarin er uppvaksin hjá grannunum úr Manchester City, men hevur seinastu trý árini spælt við týska Borussia Dortmund.

Hann hevur síðani skiftið til týskan fótbólt ment seg til ein av teimum mest spennandi fótbóltsspælarunum á marknaðinum. Borussia Dortmund er eitt felag, sum selur sínar stjørnur, fyri at fíggja raksturin. Hartil er Jadon Sancho enskur landsliðsspælari, sum økir virðið á spælaranum og ger feløgini í Premier League serliga áhugaði.

Eitt av teimum feløgunum er Manchester United, sum í evstu løtu vann sær pláss í Champions League kappingini komandi kappingarár. Tað gevur pengar í kassan, sum kunnu brúkast til at finna ein spælarar, sum kann lyfta arvin eftir Eric Cantona, David Beckham og Cristiano Ronaldo, sum allir hava verið ímyndir av 7-tainum í Manchester United.

Altjóða ítróttarmiðlar skriva í dag, at feløgini samráðast um eitt skiftið, ið kemur at kosta Manchester United umleið 900 milliónir krónur samanlagt. Tó verður mett, at kostnaður verður goldin yvir fleiri gjøld, og at partar av gjøldunum eru treytaði av avrikunum hjá Jadon Sancho og Manchester United.

Týska blaðið BILD sigur seg vita, at partarnir eru samdir um ein sattmála, ið gevur Jadon Sancho 2,8 milliónir krónur um vikuna. Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United, vildi einki siga um søgurnar á tíðindafundi í dag, men staðfesti bara at flytingarvindeygað er opið leingi afturat.

Manchester United skal í morgin spæla móti eysturríska LASK í Europa League.

Mynd: (Scanpix) Jadon Sancho í dysti fyri Onglandi móti Christian Pulisic og USA