Hesin tekur venjingarnar hjá HB

Tað verður leitað eftir nýggjum venjara til HB, men fyribils er tað ein í venjaratoyminum, sum tekur venjingarnar

Mynd: (Tróndur Arge) Sebastian Dam og Jens Berthel Askou vóru gestir í Fótbóltspanelinum í juli í fjør

Mynd: (Tróndur Arge) Sebastian Dam og Jens Berthel Askou vóru gestir í Fótbóltspanelinum í juli í fjør

Síðast í hesu vikuni byrjar besta mansliðið hjá HB sínar venjingar til komandi kappingarár. Greipuvinnararnir eru fyribils uttan venjara, eftir at Jens Berthel Askou fór til AC Horsens. Meðan HB leitar eftir nýggjum venjara, skulu spælararnir í gongd.

Fyribils verður tað Sebastian Dam, kropsligi venjarin hjá HB, sum tekur fyrstu venjingarnar. Kevin Schindler, týski hjálparvenjarin hjá HB, er tá veg til landið, men skal sita í sóttarhaldi, áðrenn hann kann byrja at taka venjingarnar. Teir fara ikki við til AC Horsens.

- Teir eru partar av venjaratoyminum og teir verða verandi. Sebastian Dam kemur at hava fyrstu venjingarnar. Kevin Schindler er á veg til landið, og kemur innyvir, tá hann hevur verið í sóttarhaldi, sigur Thomas Juul S. Thomsen, varaformaður í HB.

HB fekk sunnukvøldið boð frá Jens Berthel Askou, at hann ynskti at sleppa úr sáttmálanum, sum var galdandi fram til endan av 2021. Mánadagin bleiv hann kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá AC Horsens, sum hevur keypt venjaran leysan úr sáttmálanum við HB.

Mynd: (Tróndur Arge) Sebastian Dam og Jens Berthel Askou vóru gestir í Fótbóltspanelinum í juli í fjør