Hesin venur við HB í løtuni

HB hevur ein útlendskan spælara til venjing í løtuni

Mikkel Frankoch venur í hesum døgum við HB. 23 ára gamli danskarin er miðvallari og hevur spælt við Vendsyssel seinastu tvey árini. Undan tí spældi hann við Skive IK.

HB hevur í Jens Berthel Askou fingið nýggjan danskan venjara, sum eisini hevur fingið danska miðvallaran, Mathias Nygaard, til felagið. Nú er ein landsmaður til venjing, sum eisini spælir á miðjuni.

HB er uttan Trónd Jensen meginpartin av komandi kappingarárið, tí hann hevur slitið krossbandið. Hartil er Brynjar Hlöðversson farin aftur til Leiknir. HB hevur í hópinum spælarar sum René Shaki Joensen, Daniel Johansen og Dan í Soylu, sum hava spælt á miðvøllinum, men helst verða boð eftir Danieli Johansen á vinstra bakkinum, nú Magnus Egilsson er farin til Val í Íslandi.

Nýggjur í hópinum hjá HB er Heðin Hansen, sum eisini spælir á miðjuni. Afturat honum er komnir Heri H. Mohr úr AB, Øssur Dalbúð úr NSÍ og málverjin Jákup Højgaard úr EB/Streymi.