Hesin vinnur gullskógvin frammanfyri Messi, Ronaldo og Lewandowski

Ciro Immobile er navnið á italska áleyparanum, sum er vandamiklari enn kendastu spælararnir í heiminum

Mynd: (Scanpix) Ciro Immobile

Mynd: (Scanpix) Ciro Immobile

Tað er nú greitt, at Ciro Immobile vinnur evropesiska gullskógvin fyri kappingarárið 2019/20. Áleyparin hjá italska Lazio hevur skorað 35 mál í hesum landskappingarárinum. Næstur honum kemur Robert Lewandovski úr Bayern Munchen, sum hevur skorað 34 mál.

Einasti maður, sum kundi gera nakað við gullskógvin hjá Ciro Immobile var Cristiano Ronaldo. 35 ára gamli portugisin hevur skorað 31 mál, men hann er ikki við í hópinum hjá Juventus til seinasta umfar í dag. Hann verður spardur til Champions League dystirnar í næstum.

Tí kann Ciro Immobile fara heim við gullskógvinum eftir hetta kappingarárið. Hinir á topp fimm listanum vóru Timo Werner, sum hevur skift frá RB Leipzig til Chelsea, og Lionel Messi, sum endaði á 25 málum.

Mynd: (Scanpix) Ciro Immobile