Hesir byrja inni hjá Spania

Nógvir kendir mans byrja á beinkinum á Tórsvølli í kvøld.

Spanska liðið til dystin ímóti Føroyum á Tórsvølli í kvøld er nú sett, og talan er um eitt heilt øðrvísi lið enn eitt nú stóra spanska blaðið, Marca, spáddi.

Eitt nú eru kendir menn sum David de Gea, Sergio Busquets, Jordi Alba og Marco Asensio á beinkinum.

Spanska byrjunaruppstillingin:

Kepa Arrizabalaga - Jesús Navas, Sergio Ramos, Mario Hermoso, José Gaya - Sergi Roberto, Rodri, Santi Cazorla - Iago Aspas, Alvaro Morata, Isco