Hesir byrja inni: Jónas verjur fyri høgra bakki

Liðið er sett til dystin ímóti Montenegro

Hans Eli Sigurbjørnsson byrjar á vinstra bakki í kvøld

Hans Eli Sigurbjørnsson byrjar á vinstra bakki í kvøld

Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur í kvøld klokkan 18.30 - FM1 sigur beinleiðis frá og hevur undansending frá klokkan 17.30

 

Í morgun greiddi Sonni Larsen, landsliðsvenjari, føroyska landsliðnum frá hvørjir leikarar skuldu á vøllin frá dystarbyrjan. Hetta kom ikki sum nakar hvøkkur fyri leikararnar, ið hava vant ávísar samansetingar seinastu tíðina.

Sum vant í hondbólti, so er tað avgerandi á hvørjari hálvu Føroyar verja frá byrjan. Hetta tí at frástøðan til útskiftingarbonkin er avgerandi fyri hvussu skiftast kann ímillum verju og álop.

Málverji verður undir øllum umstøðum Nicholas Satchwell, og er útskiftingarbonkurin á føroysu høgru síðuni, verður bert ein útskifting framd.

Tá stendur liðið soleiðis frá vinstru í verjustøðu: Rói Berg Hansen - Jónas Gunnarsson Djurhuus - Rókur Akralíð - Helgi Hildarson Hoydal - Kjartan Johansen - Nicklas Selvig.

Tá skiftir Helgi Hildarson Hoydal við Hans Eli Sigurbjørnsson, ið er vinstri bakkur í álopinum.

Er bonkurin á føroysku vinstru síðuni verður ein leikari skiftur afturat. Tað merkir at Peter Krogh kemur inn fyri Jónas Gunnarsson Djurhuus í verjuni.

Altso er verjan í hesum føri Rói Berg Hansen - Peter Krogh - Rókur Akralíð - Helgi Hildarson Hoydal - Kjartan Johansen - Nicklas Selvig.

Jónas Gunnarsson Djurhuus og Hans Eli Sigurbjørnsson skifta inn fyri ávikavist Peter Krogh og Helga Hildarson Hoydal, og fara at spæla ávikavist miðja og vinstri bakkur.

 

Tað kom óvart á tíðindafólki hjá Miðlahúsinum, at Jónas Gunnarsson Djurhuus skal verja ímóti høgra bakkinum hjá Montenegro, men greitt verður frá, at hetta hevur liðið vant væl, og at hetta er eitt aftursvar til hvussu verður væntað at Montenegro fer at spæla.

 

Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur heldur sjáldan røkt nakran verjuleiklut í vaksnamannahondbólti. Hvørki á landsliðnum, í H71 ella í feløgunum uttanlands, hevur tað verið vanligt.

Men tað er eyðsæð, at um tað eydnast í verjustøðu, so hevur spælskiparin góðar møguleikar at skipa skjótálopini.

Sum altíð, so er ætlanin at allir leikarar fáa ein stóran leiklut í dag, so ikki er til at siga hvussu leingi hendan uppstillingin verður nýtt.

 

Umframt nevndu leikararnar spæla hesir ímóti Montenegro:

Tórður S. Guttesen, Eirikur Simonsen, Tróndur Kragesteen, Áki Egilsnes, Allan Norðberg, Rógvi Dal Christiansen og Brandur Halgirsson

Hans Eli Sigurbjørnsson byrjar á vinstra bakki í kvøld