Hesir eru favorittar at verða venjari hjá Arsenal

Premier League: Fyrrverandi spælarar, Champions Leagie vinnari og aðrir Premier League venjarar

Mynd: (Skysports) Max Allegri, Nuno Santos og Brandan Rodgers

Mynd: (Skysports) Max Allegri, Nuno Santos og Brandan Rodgers

Fyrr í dag kunngjørdi Arsenal, at felagið hevur koyrt venjaran, Unai Emery. Hann náddi at verða venjari í 18 mánaðir, eftir at hann tók við eftir Arsené Wenger, sum var venjari í 22 ár undan honum.

Nú eru gitingarnar farnar í gongd, um hvør verður nýggjur venjari. Millum nøvnini eru Max Allegri, Brendan Rodgers, Mikel Arteta, Patrick Vieira, Nuno Espirito Santo, Mauricio Pochettino og Carlo Ancelotti.

##med2## 

Sambært veddingarfyritøkunum er Max Allegri, fyrrverandi venjari hjá Juventus, favorittur at taka yvir. Hetta er eitt sindur í andsøgn við søgurnar um, at nýggi venjarin skal tosa gott enskt og hekst kenna Premier League og Arsenal.

Her eru boð sum fyrrverandu spælararnir, Mikel Arteta og Patrick Vieira, meiri sannlík. Fyrrnevndi var í spæl til starvið fyri 18 mánaðum síðani, meðan Patrick Vieira í dag er venjari hjá franska Nice. Hinir fýra nevndu, Brendan Rodgers, Nuno Espirito Santo, Mauricio Pochettino og Carlo Ancelotti, hava allir royndir úr Premier League.

##med3##

Brendan Rodgers er í løtuni venjari hjá Leicester, meðan Nuno Espirito Santo er venjari hjá Wolverhampton. Mauricio Pochettino er just koyrdur hjá Tottenham og fyrrverandi venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, er venjari hjá Napoli.

Skybet hevur Max Allegri sum favoritt og síðani at Freddy Ljungberg ger ein Ole Gunnar Solskjær, og vinnur komandi dystirnir og fær starvið fulla tíð. Síðani er javnt stór sannlíkindini at menn sum Nuno Espirito Santo, Mauricio Pochettino og Carlo Ancelotti.

Massimiliano Allegri 1,67

Fredrik Ljungberg 5,00

Mikel Arteta 7,50

Mauricio Pochettino 7,50

Nuno Espirito Santo 8,50

Carlo Ancelotti 16,00

Rafael Benitez 18,00

Eddie Howe 22,00

Patrick Vieira 25,00

Kelda: SkyBet

Mynd: (Skysports) Max Allegri, Nuno Santos og Brandan Rodgers

Mynd: (Scanpix) Freddy Ljungberg er fyribils venjari

Mynd: Patrick Vieira og Arsené Wenger