Hesir eru virðismiklastu spælararnir

Lionel Messi er nummar fýra, meðan Cristiano Ronaldo er slett ikki á topp-10 listanum

CIES Football Observatory ger javnan listar við virðismiklastu spælarunum í heiminum. Hetta verður roknað eftir einum frymli, har millum annað avrik, aldur og pláss á vøllinum hevur nógv at siga.

Hesa ferð er franski heimsmeistarin, Kylian Mbappé, ovast á listanum. 20 ára gamli áleyparin hjá PSG er mettur at hava eitt virðið á 1,86 milliardir krónur. Næstur honum koma Mohamed Salah og Raheem Sterling, áðrenn 32 ára gamli Lionel Messi kemur á listan.

##med2## 

Vert er eisini at leggja merki til unga Jadon Sancho í Borussia Dortmund. 19 ára gamli onglendingurin er nummar fimm á listanum við einum virði á 1,17 milliardir krónur.

26 ára gamli Virgil van Dijk er í uppskoti til ársins spælara hjá UEFA, men hann er bara nummar 22 á listanum. Virðismiklasti verjuspælarin er Trent Alexander Arnold, sum verður mettur at hava eitt virðið á 964 milliónir krónur.

##med3## 

Cristiano Ronaldo er nummar 20 á listanum. Hann er eftirhondini blivin 34 ár og tað arbeiðir móti honum. Hóast tað, so hevur hann eitt virði á 875 milliónir krónur.

Topp 10:

1. Kylian Mbappé (PSG) 1,86 milliardir krónur

2. Mohamed Salah (Liverpool) 1,62 milliardir krónur

3. Raheem Sterling (Man City) 1,54 milliardir krónur

4. Lionel Messi (Barcelona) 1,24 milliardir krónur

5. Jadon Sancho (B. Dortmund) 1,17 milliardir krónur

6. Sadio Mane (Liverpool) 1,16 milliardir krónur

7. Harry Kane (Tottenham) 1,15 milliardir krónur

8. Roberto Firmino (Liverpool) 1,07 milliardir krónur

9. A. Griezmann (Barcelona) 1,06 milliardir krónur

10. Leroy Sane (Man City) 1,01 milliardir krónur

 

Listin við øllum hundrað spælarunum sæst við at trýsta HER