Raðfestið Gundadal fram um Argir

Ítróttarfeløgini Kyndil, Neistin og Fleyr heita á býráðið um at tryggja viðurskiftini í Gundadali, áðrenn farið verður undir at byggja nýggja høll á Argjum.

Hondbóltsfeløgini Kyndil og Neistin og flogbóltsfelagið Fleyr heita nú á Tórshavnar Býráð um at gera eina ætlan fyri menningina av ítróttarhallunum í høvuðsstaðnum.

- Trot hevur verið á venjingartímum í fleiri ár, og trupulleikin bara veksur, so hvørt sum býurin veksur, fleiri íðkandi leggjast aftrat í feløgunum, og ymsu tiltøkini fjølgast, skriva tey trý feløgini.

 

Tørvurin á tímum í høvuðsstaðnum er so stórur, at nøkur feløg verða send til Kollafjarðar at venja. Hondbóltsfeløgini Kyndil, Neistin, H71 og ÍA og flobgóltsfelagið Fleyr, skulu á hvørjum ári semjast um, hvussu tímatalið í hallunum í høvuðsstaðnum skulu býtast millum sín.

 

Tey trý feløgini vísa í skrivinum á, at tað eru 30 ár síðani seinastu útbygging. Talan er um Gundadalshøllina, sum Kyndil, Neistin og Fleyr í felag bygdu. Høllin á Hálsi varð bygd í 1970, og síðani hevur kommunan bygd hallirnar í Hoyvík í 2002 og í Kollafirði í 2007.

- Nú sigur býráðslimurin, Bogi Andreassen, at høll skal byggjast á Argjum. Gleðiligt er, at hallarspurningurin er á breddanum, men løgið er, at mælt verður til at raðfesta Argir fram um Gundadal, tí kommunan kennir trupulleikarnar í Gundadali, skriva tey trý feløgini.

 

Væntandi verður ein ítróttarhøll bygd upp í Marknagilsdepilin, umframt at ein verður bygd upp í skúlan á Fløtum, og soleiðis sæð verður vesturbýur væl stillaður við hallum. Verri er tó í Gundadali, har hesi feløgini hava heimstað.

- Onki fyriliggur tó við vissu um hallarútbyggingar, og hetta er ónøktandi fyri allar partar. Tí heita vit á kommununa um at gera greitt, hvør ætlanin í hallarmálum í Havn er. Vit heita tí á kommununa um at byggja høllina á Hálsi út til dupulthøll, so feløgini, sum hava vunnið Havnar býi mangt eitt steypið millum ár og dag, kunnu fáa tíðarhóskandi hallarumstøður, siga altso Kyndil, Neistin og Fleyr.