Hesir skulu umboða Føroyar í eEURO2020

Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen manna báðir fyrsta føroyska landsliðið í e-fótbólti

Nú er greitt, hvør skal umboða Føroyar í nýggju altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, sum eitur eEURO2020, har kappast verður í fótbóltsspælinum PES 2020. Tað verða teir báðir Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen.

Finaluumfarið í innleiðandi kappingini varð spælt í dag, og tá spældu teir báðir seg víðari í kappingini fyri tey, ið eru 16 ár og eldri. Triðja plássið fór til Høgna Øssursson, annað plássið fór til Virgar Trondesen og fyrsta plássið og har við føroyameistaraheitið fór til Heðin Egholm Skov.

Tey, ið eru 15 ár og yngri, fingu eisini høvi at kappast í PES í sama sambandi. Har fór triðja plássið til Gabriel Nolsøe Petersen, annað plássið fór til Jonn Mortensen, og fyrsta plássið og harvið føroyameistaraheitið fór til Martin Heldarskarð, ið somuleiðis vann eina Samsung Galaxy A80 frá Føroya Tele.

##med2##