Hesir skulu venja kvinnurar hjá HB

HB hevur sett nýtt venjaratoymið til besta liðið hjá kvinnunum

Tað verða Jan Mølvad Laursen og John Eystberg, sum skulu standa á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá HB komandi árini. HB hevur gjørt trý ára sáttmála við Jan Mølvad Laursen.

- HB hevur gjørt eina trý ára avtalu við Jan Mølvad Laursen um at standa á odda fyri venjingini. Afturat sær hevur hann John Eystberg sum hjálparvenjara. Hetta er tveir menn við nógvum venjara royndum, og vit í HB eru fegin um at vit longu nú kunnu fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, har vit seta okkum greið og høg mál, skivar HB á heimasíðuni.

HB sigur í skrivinum, at felagið vil raðfesta kvinnufótbóltin, hevur sett eina nevnd fyri kvinnufótbóltin, sum kemur at taka sær av at skipa økið betri.

– Vit hava ein dugnaligan og ágrýtnan hóp av kvinnum, sum kunnu koma langt. Tí eru vit sera fegin um at kunna gera ein trý ára sáttmála við venjaran, so vit kunnu fáa stabilitet rundan um okkara BETRI-kvinnur, og arbeiða miðvíst eftir at røkka á tindin, sigur Simona Heinesen, forkvinna í nevndini fyri kvinnufótbólt.