Hetta er maðurin Liverpool vil hava

Premier League: Hann hevur skotið 26 mál í 34 dystum í hesum kappingarárinum

Timo Werner er navnið á spælaranum, sum Liverpool við hava til komandi summar. Hann hevur skotið 26 mál í 34 dystum í hesum kappingarárinum fyri RB Leipzig í Týsklandi.

23 ára gamli týski áleyparin hevur leingi verið settur í samband við Liverpool, sum fyrr hevur keypt Naby Keita frá júst RB Leipzig. Timo Werner kann spæla á flestu av framrættaðu plássunum og verður mettur sum ein, ið passar væl til spælistílin og at verða avloysari hjá Mohamed Salah, Sadio Mané og Roberto Firmino.

##med2## 

Millum annað skulu tveir teir fyrrvevndu helst spæla um afrikanska meistaraheitið komandi kappingarár. Tá verður endaspælið aftur í januar og feburar. Tí skal Liverpool til at finna sær onkran, sum ikki kann blíva uppkallaður til landsliðið tá.

Eitt nú Sport Bild skrivar, at Liverpool er í holt við at keypa Timo Werner, sum kann keypast fyri áleið 440 milliónir krónur. Liverpool hevur eisini verið sett í samband við 20 ára gamla Kai Havertz, sum spælir við Bayer Leverkusen. Báðir eru landsmenn hjá venjarnum hjá Liverpool, Jurgen Klopp.

1Liverpool25241060:1573
2Man City25163665:2951
3Leicester25154654:2649
4Chelsea25125843:3441
5Sheffield Utd26109728:2439
6Tottenham25107840:3237
7Everton261061034:3836
8Man Utd2598836:2935
9Wolves25811635:3235
10Arsenal25613632:3431
11Burnley25941228:3831
12Newcastle25871024:3631
13Southampton25941231:4631
14Crystal Palace26791023:3230
15Brighton26691131:3827
16Bournemouth26751426:4026
17Aston Villa25741432:4725
18West Ham25661330:4324
19Watford26591224:4024
20Norwich25461524:4718