Hetta er rætta løtan at skifta venjara

Fyrrverandi venjarin á Skála roknar við, at liðið hevur møguleika at sleppa undan niðurflyting

Bill Jacobsen er ikki longur venjari á Skála. Tað varð greitt fyrr í kvøld, tá ið hann og nevndarformaðurin Ingi Hansen boðaðu spælarunum frá, at avgerð var tikin um, at Bill Jacobsen í kvøld skuldi fara úr venjarastarvinum.

Spælararnir fáa í morgin at vita, hvør nýggi venjarin verður.

Nú fyrrverandi Skála venjarin sigur seg vera púra avkláraðan við støðuna, sum hon nú er.

-Samstarvið við nevndina hevur verið fyrimyndarligt, og eg segði við spælararnar í kvøld, at tað kann væl vera, at eg fari at vera tann fyrsti at ynskja teimum til lukku, tá ið teir fara at vinna fyrsta sigurin, sigur Bill Jacobsen.

Tað kennist eitt sindur undarligt, at tú og formaðurin eru so fegnir um samstarvið og gongdina, og tú kortini leggur venjarastarvið frá tær?

-Tað skilji eg væl. Men støðutalvan sigur, at tað er neyðugt at gera broytingar fyri at vita, um tað fer at hjálpa. Eg haldi eisini, at tað júst nú er rætta løtan. Ímóti KÍ sunnudagin hevur Skála alt at vinna og einki at tapa. Hósdagin í næstu viku bíðar lykladystur á Argjum. Fyri bæði nevndina, liðið og meg haldi eg, at tað er betri, at vit samdust um at gevast við samstarvinum nú, heldur enn at formaðurin fór at kenna seg pressaðan at siga meg úr starvi eftir dystin ímóti AB, um tað ikki eydnast Skála at vinna.

Skála hevur bara eitt stig. Roknar tú við møguleikanum, at hann, sum fer at loysa teg av, fer at megna at venda gongdini?

-Tá ið vit síðsta sunnudag taptu ímóti EB/Streymi, var avrikið ikki gott. Men talan hevur annars verið um menning og leikliga framgongd. Nú eru næstan allir tøkir, eftir at nógvir hava verið skaddir, og eg síggi avgjørt møguleikan fyri, at tað skal eydnast at sleppa undan aftasta plássinum. Eg vóni, at tað fer at eydnast liðnum við nýggjum venjara um eina viku at hava minst trý stig fleiri, enn liðið hevur í kvøld, sigur Bill Jacobsen.

Var hetta punktum fyri tína tíð sum venjari?

-Tað vóni eg ikki, tí hugurin er framvegis góður. Men í kvøld kenni eg meg lættan eftir avgerðina, sum varð tikin fyrr í kvøld, sigur Bill Jacobsen fyrrverandi venjari á Skála.