Fyrstu ferð í tíggju ár at fleiri ensk lið eru í hálvfinalunum

Ikki síðani 2009 hava tvey ella fleiri Premier League feløg spælt seg í hálvfinalurnar í Champions League

Fernando Lorrente gleðist um sigurin á Manchester City í kvøld (Mynd: Scanpix)

Fernando Lorrente gleðist um sigurin á Manchester City í kvøld (Mynd: Scanpix)

Tá ið bæði Liverpool og Tottenham Hotspur í kvøld spældu seg í hálvfinalurnar í Champions League, var tað samstundis eitt tekin um, at ensku feløgini eru á veg aftur á tindin í evropisku kappingini.

 

Hetta er nevnliga fyrstu ferð síðani 2009 at meira enn eitt Premier League felag er komið so langan veg í kappingini.

Í 2009 vóru heili trý ensk feløg í hálvfinalunum. Tey vóru Manchester United, Arsenal og Chelsea. Manchester United vann seg á Arsenal, meðan Chelsea mátti lúta fyri Barcelona, ið eisini vann finaluna á Manchester United.

Árið eftir var einki enskt felag í hálvfinalunum, men í árunum frammanundan kom tað meira enn so fyri.

Í 2008 vóru Liverpool, Chelsea og Manchester United í hálvfinalunum. Manchester United vann á Chelsea í finaluni.

Í 2007 vóru hesi somu lið eisini í hálvfinalunum. Liverpool tapti finaluna ímóti AC Milan.

Árið fyri hetta, í 2006 var bert eitt eitt lið í hálvfinalunum. Arsenal spældi seg í finaluna, ið var tapt ímóti FC Barcelona.

Í 2005 vóru tvey ensk lið í hálvfinalunum. Liverpool spældi seg í finaluna við at vinna á Chelsea, og vann eisini finaluna ímóti AC Milan.

 

Síðani 2009 hevur verið nakað lakari.

Í 2010, 2013, 2015 og 2017 var einki enskt lið í hálvfinalunum. Seinasta ár var eitt. Tað var Liverpool, ið spældi seg allan vegin í finaluna. Her mátti enska felagið kortini lúta fyri Real Madrid.

 

Les eisini: Úr søgubókunum: Evropisku stórfeløgini og so Tottenham (Trýst her)

 

Champions League úrslitini í ár bera boð um, at enskur fótbóltur er á veg aftur á evropiska tindin, og møguleiki er eisini fyri at Tottenham og Liverpool hittast í fyrstu ensku finaluni síðani 2008.

 

 

Fernando Lorrente gleðist um sigurin á Manchester City í kvøld (Mynd: Scanpix)