Hetta tjaldið stendur beint í blindvinkli hjá KVF

Uppsetanin av svimjingini á Gibraltar gevur Kringvarpinum trupulleikar - Stórt tjald sett í blindvinkul fyri stroymingina

Hetta er útsýnið frá myndavinklinum hjá Kringvarpinum (Mynd: Eyðbjørn við Skipá)

Hetta er útsýnið frá myndavinklinum hjá Kringvarpinum (Mynd: Eyðbjørn við Skipá)

Á oyggjaleikum eru svimjisambondini hjá hinum tjóðunum aloftast hugtikin av hvussu føroyingar miðla svimjing.

Sjónvarping og stroyming av svimjikappingum er tað ongin á oyggjaleikum í kann eftirlíka føroyska Kringvarpinum, og hinar tjóðirnar heita ofta á sínar fjepparar um at fylgeisija við føroysku stroymingini.

Men á Gibraltar eru sømdirnar ikki lýtaleysar. Kringvarpið hevur fingið pláss ovarliga, men niðanfyri er eitt tjald sett upp, har hallarvarparin heldur til.

Sum sæst á myndini omanfyri stendur hetta tjaldið beint í blindvinkli, so at málið hjá tættastu geilini, geil 8, ikki sæst á nakran hátt.

 

Solby Christiansdóttir harmaðist eisini um støðuna í gjár í samrøðu við Hera Simonsen á FM1. Les og hoyr um tað við at trýsta HER.

Hetta er útsýnið frá myndavinklinum hjá Kringvarpinum (Mynd: Eyðbjørn við Skipá)