- Hetta tordi eg ikki at droyma um

Tað sigur nýggi maðurin á landsliðnum, Jóannes K. Danielsen

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Jóannes K. Danielsen er nýggjur á landsliðnum

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Jóannes K. Danielsen er nýggjur á landsliðnum

##med2##

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin sum skal spæla móti Rumenia og Malta á Tórsvølli 12. og 15. oktober. Stóra søgan er, at Lars Olsen móti endanum av fundinum boðaði frá, at ikki heldur fram sum landsliðsvenjari eftir hesa EM-undankappingina. Hin søgan er, at Jóannes K. Danielsen úr KÍ og Adrian Justinussen úr HB eru nýggir á landsliðnum.

- Tað er ótrúliga stórt og tað er eisini nakað, sum eg havi hugsa um síðani eg var smádrongur. Tað er eisini eitt mál, sum eg havi sett mær, men eisini eitt so stórt mál, at eg næstan ikki tordi at droyma um tað, tá eg var yngri. Nú eri eg so her og tað eri eg takksamur fyri, sigur Jóannes K. Danielsen

##med3##

Hoyr 22 ára gamla klaksvíkingi fortelja meiri um landsliðsúttøkuna við at trýsta á pílin undir myndini. Hann fortelur millum annað um hvussu hann endaði á høgra bakki, og hvørjar stóru landsliðshetjurnar hjá honum eru.

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Jóannes K. Danielsen er nýggjur á landsliðnum

FM1: Samrøða við Jóannes K. Danielsen

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóannes K. Danielsen í dysti fyri KÍ móti HB