Hetta var góður dagur hjá B36

Árstalfelagið skoraði nógv mál og legði seg trý stig framum KÍ, sum ikki skal spæla í Gøtu fyrr enn týsdagin

B36 ferðalagið riggar til at fara úr Hólmanum á Eiði og suður aftur í Gundadal. Ferðin norður til Eiðis vignaðist stak væl.

Í viðførinum hava tey í árstalsfelagnum 4-0 sigur. Stóri B36 spælarin í dag var Hugin Samuelsen, sum skoraði trý tey fyrstu málini.

Sigurin ber við sær, at B36 nú hevur 60 stig og er trý stig frammanfyri KÍ. At B36 skoraði fýra mál kann fara at vísa seg at hava stóran týdning í FM stríðnum við KÍ.

Klaksvíkingar noyddust út Gøtu og til hús aftur við ongum. Dómarin, Eiler Rasmussen, gjørdi av, at tað orsaka av vindi ikki var ráðiligt at spæla fótbólt í Sarpugerði. Tí varð dysturin millum Víking og KÍ útsettur.

Kappingarnevndin hevur í kvøld gjørt av, at dysturin verður týsdagin klokkan 19. Landsliðið er annars stevnt saman týsdagin klokkan 16 at fyrireika seg til heimadystirnar ímóti Rumena leygardagin um eina viku og tríggjar dagar seinni ímóti Malta.

Nú er tað mest sum greitt, at NSÍ hevur vunnið síðsta atgongumerki næsta summar at luttaka í Europa. NSÍ vann í dag 2-0 í Gundadali ímóti HB. Petur Knudsen legði beinanvegin NSÍ framum, og Pól Jóhannus Justinussen økti beinanvegin eftir steðgin um munin.

Skála vann størsta sigurin á árinum, tá ið TB noyddist suður aftur við 5-1 tapi. Andreas Egeberg Jacobsen, sum ikki so ofta hevur verið millum teir fyrstu ellivu, skoraði trý mál.

Í Fuglafirði vóru tað mál fyri allar pengarnar. AB vann 6-4, eftir at argjamenn høvdu verið frammanfyri 5-0.

 

EB/Streymur – B36 0-4 (0-2)

0-1: Hugin Samuelsen 4.

0-2: Hugin Samuelsen 30.

0-3: Hugin Samuelsen 60.

0-4: Jónas Ꝧór Næs 86.

 

 

ÍF – AB 4-6 (0-4)

0-1: Tóki á Lofti 12.

0-2: Tóki á Lofti 18.

0-3: Lukas Giessing 34.

0-4: Filip í Liða 44.

0-5: Bjarki C. Nielsen 60.

1-5: Høgni Madsen 74.

2-5: Andy Ó. Olsen br  77.

3-5: Ari Ó. Ellingsgaard 82.

3-6: Heri H. Mohr 90.

4-6: Andy Ó. Olsen br 94.

 

Víkingur – KÍ útsettur til týsdagin kl 19

 

Skála – TB 5-1 (3-0)

1-0: Andreas Egeberg Jacobsen 28.

2-0: Andreas Egeberg Jacobsen 32.

3-0: Aksel B. Danielsen 36.

4-0: Ronni Møller-Iversen 60.

5-0: Andreas Egeberg Jacobsen 80.

5-1: Poul Ingason 84.

 

HB – NSÍ 0-2 (0-1)

0-1: Petur Knudsen 2.

0-2: Pól Jóhannus Justinussen 50.

 

B36

25

19

3

3

52

18

60

24

18

3

3

53

16

57

NSÍ

25

17

3

5

60

27

54

Víkingur

24

15

3

6

48

31

48

HB

25

13

6

6

57

27

45

Skála

25

10

1

14

30

31

31

TB

25

5

4

16

20

52

19

EB/Streymur

25

5

3

17

24

56

18

AB

25

5

3

17

29

63

18

ÍF

25

1

3

21

25

75

6

 

Útsettur dystur

Týsdagin 8. oktober kl. 19

Víkingur – KÍ

26. umfar

Sunnudagin 20. oktober

KÍ – NSÍ

EB/Streymur – AB

ÍF – Skála

Víkingur – B36

HB - TB