Hetta var góður dagur hjá B68

1. DEILD: Við sigri í Gundadali lyftu toftamenn seg nærri teimum bestu

Toftamenn eru á veg úr Gundadali og inn aftur á Skálafjørðin við 2-1 sigri. Hetta er aðru ferð í ár, at B68 hittir teir næstbestu hjá HB í Gundadali, og í báðum førum er tað endað við teprum B68 sigri. Í fyrra førinum – 16. mars – vann B68 3-2, og í dag vann B68 2-1.

Úrslitið í dag ber við sær, at B68 lyftir seg framum B71. B68 er á fimta plássi við 21 stigum, og B71 er á sætta plássi við 19 stigum. HB er næstaftast við 13 stigum. Tað er bara eitt stig aftur til EB/Streym, sum er aftast, og tað eru trý stig fram til Skála, sum á áttanda plássi hevur 16 stig.

Tormóður P. Djurhuus, sum er fluttur aftur í barndómsfelagið, eftir at hann fyrr í ár spældi við TB, legði HB framum, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir. HB leiðlsan helt, inntil tað restaðu stórir tíggju minuttir av fyrra hálvleiki. Tá javnaði Karstin Clementsen til 1-1.

Beinanvegin eftir steðgin legði Esmar Clementsen B68 framum 2-1. Esmar Clementsen hevur nú skorað sjey mál, og hann er toppskjútti hjá B68 við málinum, sum hann skoraði beinanvegin eftir steðgin, og sum vísti seg at vera sigursmálið ímóti HB.

Í hesum umfarinum gekk tað av álvara B68 eftir vild. At B71 tapti á Eiði fyrr í dag bar við sær, at B68 nú er á fimta plássi. At 07 Vestur og Víkingur hóskvøldið og NSÍ í dag ikki vunnu fulla úrtøku bar við sær, at toftamenn tóku seg nærri heiðursmerkjaplássunum.

Eingin í B68 leguni tekur møguleikan fyri uppflyting upp á tungu, tí tað eru fjúrtan stig fram til bronsuplássið, nú tað eru  níggju umfør og harvið 27 stig eftir at spæla um.