Hetta var ikki kvøldið hjá Knudsen

Fyri viku síðani vóru teir í essinum, meðan teir í kvøld ikki vóru eins hepnir

NSÍ venjarin, Glenn Ståhl, er nøgdur við hugburðin, sum hansara menn vístu, og hann rósar teimum inntil síðsta bríksl at stríðast fyri at javna til 1-1, og tað var um reppið, at tað eydnaðist.

-Tað var ikki gott hjá okkum í 1. hálvleiki, tá ið vit vóru kroystir og høvdu ilt við at fáa samanspælið at rigga. Eftir steðgin var tað nógv betri, og hóast vit vóru undirmannaðir síðsta hálva tíman, so megnaðu vit væl at vera við í spælinum.

Tit misnýttu brotsspark?

-Petur Knudsen plagar at vera tryggur úr ellivu metrum, men í kvøld eydnaðist tað ikki hjá honum at skora.

Og tað hevði stóran týdning, at Aron Knudsen varð útvístur?

-Aron hevur verið sera væl upplagdur higartil í ár. Hann hevur vunnið fast pláss á liðnum, og í tveimum teimum fyrstu umførunum spældi hann væl. Í kvøld var hann óheppin at síggja gula kortið tvær ferðir. Hann er ungur, og hann fer at reisa seg aftur eftir leibannið, sigur NSÍ venjarin Glenn Ståhl.