Heykur fekk dygga uppreisn

5-mannafør dreingir: Hóast Sævarmoy vann, so fegnast teir í Hósvík um, at tað eydnaðist í dag, sum kiksaði fyri einum ári síðani

Nýggja Sævarmoy hevur kappast tvær ferðir og vunnið báðu ferðirnar

Nýggja Sævarmoy hevur kappast tvær ferðir og vunnið báðu ferðirnar

Á vestanstevnu í Miðvági vóru tað klaksvíkingar, sum høvdu alla orsøk at fegnast. Nýggja Sævarmoy vann, og við at vinna næstfremsta plássið og enda frammanfyri Heyk, telvaði Fípan Fagra seg í FM finalu á ólavsøku ímóti Heyki.

Aftur í dag var Sævarmoy fremst, meðan Heykur vann á Fípuni Føgru, og harvið vunnu dreingirnir úr Hósvík FM heitið.

Tað stórfegnaðust teir um, og tað var ikki uttan orsøk. Á ólavsøku í fjør var Heykur í FM finalu ímóti Royndini Fríðu úr Vági. Tað ferðina vunnu vágsdreingir á ólavsøku og eisini FM heitið. Í dag vóru tað teir á Heyki, sum fegnaðust um sigurin á ólavsøku og um FM sigurin.

Hetta var síðsti róðurin hjá óføru manningini á Heyki í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Teir fella fyri aldursmarkinum.

Í dag eru teir umborð á Fípuni Føgru ógvuliga vónbrotnir. Men teir hava møguleikar næstu árini at svara aftur og vinna FM í hesi kappingini, tí teir hava aldur at kappast í 5-mannaførum í minst tvey ár aftrat.

1Sævarmoy04:47.32
2Heykur04:49.27
3Fípan Fagra04:51.00
4Drekin04:52.28
5Tjaldrið04:56.49
6Teistin04:58.28
7Ørnin04:59.15
9Tambar05:00.45
10Knúkur05:04.04
11Tekla05:04.29
12Pílur05:20.17
13Firildur05:25.23

FM

1Heykur44
2Fípan Fagra42
3Sævarmoy38
4Royndin Fríða21
5Drekin20
6Teistin15
7Tjaldrið12

Nýggja Sævarmoy hevur kappast tvær ferðir og vunnið báðu ferðirnar