Heykur vann í heimasjógvi

5-mannafør dreingir: Dreingirnir úr Hósvík vunnu í stórari kapping við Fípuna Føgru

Størsti og besti endaspurturin higartil í dag var, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust.

Sundalagsstevna er í Hósvík, og tað vóru hósvíksdreingir umborð á Heyki, sum vunnu.

Talan var um øgiliga kapping millum Heyk og Fípuna Føgru úr Klaksvík. Bátarnir lógu leingi stavn um stavn, og kanska hevði Fípan Fagra hug at taka Heyk, tá ið dreingirnir úr Klaksvík fóru eitt sindur fyrr enn kappingarneytarnir undir endaspurtin.

Endaspurturin hjá hósvíksdreingjum var sera sannførandi, og á málinum var Heykur ein hálvan skut undan Fípuni Føgru.

At tað er stórur áhugi fyri kappróðri millum dreingir í Klaksvík sást aftur í dag á tann hátt, at Sævarmoy úr Klaksvík endaði á triðja plássi.