HM byrjaði við øgiligum skelki

Suðurkorea basti ráðandi Evropa- og Heimsmeistarunum

Eun Hee Ryu spælir dagliga í fronskum hondbólti. Í dag tóku hon og Suðurkorea fronsku stórfavorittarnar á bóli

Eun Hee Ryu spælir dagliga í fronskum hondbólti. Í dag tóku hon og Suðurkorea fronsku stórfavorittarnar á bóli

HM í hondbólti í Japan byrjaði í dag, og beinanvegin kom ein øgiligur skelkur.

Veddingarfyritøkur og serfrøðingar hava verið samd um, at Norra, Frakland og Russland fara at berjast um Heimsmeistaraheitið.

Tvey tey seinasti endaspølini hevur Frakland vunnið, men í dag taptu ráðandi Evropa- og Heimsmeistararnir púra óvæntað ímóti Suðurkorea við úrslitinum 29-27.

Franska heimsstjørnan, Grace Zaadi, skoraði fimm mál fyri Frakland, meðan leikarin, sum spælir í felagnum, Paris 92, Ryu Eun-hee, gekk undan við 12 málum fyri Suðurkorea

 

Eun Hee Ryu spælir dagliga í fronskum hondbólti. Í dag tóku hon og Suðurkorea fronsku stórfavorittarnar á bóli