HM, dagur 2: Danmark er ávarað ímóti Suðurkorea

Seks dystir eru á skránni í HM í morgun. Sí skránna her

Danski landsliðsleikarin við føroysku ommuni, Lærke Nolsøe, spælir týdningarmiklan dyst ímóti Suðurkorea klokkan 11.30 (Ritzau/Scanpix)

Danski landsliðsleikarin við føroysku ommuni, Lærke Nolsøe, spælir týdningarmiklan dyst ímóti Suðurkorea klokkan 11.30 (Ritzau/Scanpix)

Næsti dagur av HM í kvinnuhondbólti hevur nakrar áhugaverdar dystir, eftir úrslitini í gjár.

Sí eisini:

HM, dagur 1: Samanumtøka, úrslit og hæddarpunkt

Bólkur A og D spælir ikki í morgun, og tí eru seks dystir á skránni, har bólkur B og C longu skulu aftur í eldin.

Skráin í dag:

Klokkan 6.00: Brasil - Frakland

Klokkan 6.00: Kasakstan - Montenegro

Klokkan 9.00: Avstralia - Týskland

Klokkan 9.00: Senegal - Rumenia

Klokkan 9.00: Spania - Ungarn

Klokkan 11.30: Suðurkorea - Danmark

Í bólki B skulu Frakland og Brasil í eldin at royna seg eftir ósigrar ígjár, meðan Týskland neyvan fær trupulleikar av Brasil.

Serliga áhugaverdur er dysturin millum Suðurkorea og Danmark. Suðurkorea var ein stórtjóð í hondbólti um aldarskiftið, men seinastu tíggju árini hava úrslitini ikki vakt ans. Tað gjørdi úrslitið í gjár hinvegin, tá Suðurkorea basti fronsku Heims- og Evropameistarunum.

Danmark hevði tað lætt í gjár ímóti Avstralia og spurningurin er um tað kann geva dønum ein fyrimun í sera týdningarmikla dystinum í dag.

í bólki C er serliga spennandi dysturin ímillum Spania og Ungarn, sum bæði vunnu ígjár. Ungarn hevur havt sera góð úrslit seinastu árini, men Spania vísti øgiliga styrki ímóti Rumenia í gjár.

Rumenia skal eisini spæla nógv betri, um tað skal eydnast at basa Senegal, sum spældi skilagott í gjár. Montenegro hevur lætta dystin ímóti Kasakstan.

Støðan:

Bólkur B
LiðDystirMálmunurStig
1Danmark1252
2Týskland162
3Suðurkorea122
5Frakland1-20
6Brasil1-60
7Avstralia1-250
Bólkur CLiðDystirMálmunurStig
1Ungarn1242
2Spania1142
3Montenegro142
4Senegal1-40
5Rumenia1-150
6Kasakstan1-240

Danski landsliðsleikarin við føroysku ommuni, Lærke Nolsøe, spælir týdningarmiklan dyst ímóti Suðurkorea klokkan 11.30 (Ritzau/Scanpix)