HM: Danmark og Norra bresta saman klokkan 11.30 (stroyming)

Danmark og Norra spæla sera umráðandi dyst fyrrapartin - Svøríki spælir fyri lívinum ímóti Spania samstundis

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

Høvuðsumfarið í HM er byrjað í dag. Og øll trý Norðurlondini eru í eldinum klokkan 11.30

Tey seks liðini eru býtt í tveir bólkar, har tey skulu tríggjar dystir afturat.

Danmark hevur eitt stig og Norra hevur tvey stig í bólki eitt, og bæði hava stóran tørv á at vinna í dag, um tað skal eydnast at hótta enda millum tvey tey fremstu, sum enda í hálvfinalunum.

Í bólki tvey, hevur Svøríki tvey stig, og spælir lykladyst ímóti Spania, sum hevur fýra stig. Russland vann seg í morgun upp á seks stig og liggur einsamalt á odda í bólkinum, so Svøríki skal vinna á Spania í dystinum um næstfremsta plássið.

Sí beinleiðis stroyming niðanfyri:

Danmark - Norra (kl. 11.30)

Svøríki - Spania (kl 11.30)

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix