HM: Danmark og Týskland í avgerandi dysti kl 11.30

Suðurkorea vann aftur í morgun, so hvørki Danmark ella Týskland hava ráð at tapa

Anne Mette Hansen og Danmark spæla sera avgerandi dyst klokkan 11.30 (Mynd: Bo Amstrup / Ritsau Scanpix)

Anne Mette Hansen og Danmark spæla sera avgerandi dyst klokkan 11.30 (Mynd: Bo Amstrup / Ritsau Scanpix)

Heilt stóri dysturin í HM í Japan í dag er millum Danmark og Týskland. Tann dysturin byrjar klokkan 11.30 føroyska tíð, og kann millum annað síggjast niðanfyri stigatalvuni her á síðuni.

Týskland hevur vísti stóra styrki ímóti Brasil leygardagin, meðan Danmark eisini vísti seg væl fram í javnleikinum ímóti Suðurkorea, sum tekur øll á bóli í hesum døgum.

Suðurkorea vann eisini aftur í morgun, tá ið tað eydnaðist at vinna 33-27 á brasilsku heimsmeistarunum frá 2013.

Tí hava hvørki danir ella týskarar ráð at tapa í dag, tí hóast sera vánaliga byrjan, so lúrir Frakland framvegis eftir einum av teimum trimum avgerandi plássunum.

Harafturat skal eisini havast í huga, at um bæði Danmark og Týskland spæla seg víðari, so fær vinnandi liðið í dag tvey eyka - og sera avgerandi - stig við sær í høvuðsumfari.

Støðan í bólki B

Bólkur BLiðDystirMálmunurStig
1Suðurkorea385
2Týskland2324
3Danmark2253
5Frakland2-21
6Brasil3-121
7Avstralia2-510

Dysturin kann, umframt í donskum sjónvarpi, síggjast her:

 

Anne Mette Hansen og Danmark spæla sera avgerandi dyst klokkan 11.30 (Mynd: Bo Amstrup / Ritsau Scanpix)