HM: Danmark spilti møguleikan fyri OL

Danmark spældi javnleik ímóti Serbia

Danmark og Kathrine Heindahl vóru sera vónbrotnar eftir at tað gjørdist greitt at møguleikin fyri OL í Tokyo er burtur. (Bo Amstrup / Ritzau Scanpix)

Danmark og Kathrine Heindahl vóru sera vónbrotnar eftir at tað gjørdist greitt at møguleikin fyri OL í Tokyo er burtur. (Bo Amstrup / Ritzau Scanpix)

Tað snúði seg um at ikki enda niðanfyri fjórða plássi, tá ið Serbia og Danmark spældu seinasta dystin í høvuðsumfarinum í dag.

Fjórða plássið fór at geva møguleikan at enda millum tey sjey fremstu í HM, og harvið luttøku í undankappingini til olympisku leikirnar.'

Serbia tóktist at taka hendan møguleikan betri og kom á odda við fimm málum miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Danmark fekk minkað niður í trý mál áðrenn steðgin, og tá ið seinasta korterið skuldi spælast, stóð á jøvnum.

Danmark hevði hug at vera á odda við einum, og hevði eisini allar møguleikar tá ið tær donsku løgdu seg á odda 26-25 við trimum og einum hálvum minutti eftir, og Serbia skuldi vera í undirtali í tveimum av teimum

Men so steðgaði danska málskjótingin.

Serbar javnaðu til 26-26, tá ið 20 sekund restaðu í, og Danmark tók time-out.

Danmark spældi seg til ein møguleika breitt ígjøgnum í høgru, men skotið mátti takast undir stórum trýsti, og rakti tvørtræið.

Og so endaði dysturin 26-26. Danmark endar nummar fimm í bólkinum og hægst nummar níggju í HM.

Serbia endar í minsta lagið sum nummar átta, og kann enda við at spæla um fimta plássið, um Norra vinnur á Týsklandi seinni í dag.

Samstundis merkir úrslitið eisini, at Niðurlond eru tryggjaði at enda í hálvfinaluni.

Sí eisini:

HM: Norra og Svøríki skulu spæla seg víðari klokkan 11.30 (stroyming)

 

 

 

Danmark og Kathrine Heindahl vóru sera vónbrotnar eftir at tað gjørdist greitt at møguleikin fyri OL í Tokyo er burtur. (Bo Amstrup / Ritzau Scanpix)