HM: Hálvfinalur í morgun (stroyming)

Hálvfinalurnar verða spældar klokkan 8.30 og 11.30 føroyska tíð

Heidi Løke og Norra ætla sær at vinna hálvfinaluna á Spania fríggjadag fyrrapart

Heidi Løke og Norra ætla sær at vinna hálvfinaluna á Spania fríggjadag fyrrapart

HM í Japan nærkast endanum, og í morgun verður avgjørt hvør spælir HM-finalu sunnudagin. Hálvfinalurnar eru hesar, og kunnu stroymast niðast á hesi síðu umvegis altjóða hondbóltssambandið

Klokkan 8.30: Russland - Niðurlond

Klokkan 11.30 Norra - Spania

Russland er risastórur favorittur til at standa eftir við Heimsmeistaraheitinum eftir finaluna sunnudagin. Russland hevur vunnið allar sínar dystir við í minsta lagi sjey málum. Mikudagin var Spania flongt við tíggju málum, og tey fæstu munnu vænta, at Niðurlond kunnu koppa russisku stjørnunum.

Niðurlond hevur fingið annaðhvørt bronsu og silvur við seinastu fýra endaspølini, men stóra stjørnan tá, Nycke Groot, er givin á landsliðnum. Tí er tað eisini óvæntað, at Niðurlond megnaðu at spæla seg í hálvfinaluna eftir misjøvn avrik.

Lykilin var ein sigur á Norra. Ein sigur, sum bar boð um, at niðurlendska liðið skal takast í álvara, hóast vantandi heimsstjørnuna.

Norra er somuleiðis komið til HM uttan fleiri heimsstjørnur, men breiddin hevur prógvað seg tá ið mest stóð á. Undantikið dystin ímóti Niðurlondum, hevur Norra vunnið allar, men tað hevur ikki verið við størstu sannføring.

Serbia, Angola og Danmark argaðu norsku stjørnurnar meira enn væntað, áðrenn Norra vann avgerandi dystin ímóti einum sterkum týskum liði og spældi seg í hálvfinaluna.

Spania er komið eitt sindur burtur úr ongum og stendur nakað óvæntað í hálvfinalunum.

Eftir góðar sigrar ímóti Montenegro, Rumenia og Ungarn og Japan og ein javnleik ímóti Svøríki, fekk Spania ein veruligan avsmurning mikudagin. Spania kundi tryggja sær hálvfinaluna ímóti Russlandi, men tær russisku hølvaðu tær sponsku av við úrslitinum 36-26. So var møguleikin opin fyri Svøríki at stjala spanska plássið, men tað eydnaðist ikki, og Spania skal reisa seg ímóti Norra í dag klokkan 11.30

Sí eisini:

HM: Norra víðari - Svøríki úti

HM: Russland hjálpti Svøríki við knúsandi sigri

HM: Norsk fiasko ímóti Niðurlondum

Hálvfinalurnar verða stroymdar her niðanfyri umvegis IHF - Altjóða hondbóltssambandið:

Klokkan 8.30 føroyska tíð: Russland - Niðurlond

 

Klokkan 11.30 føroyska tíð: Norra - Spania

Heidi Løke og Norra ætla sær at vinna hálvfinaluna á Spania fríggjadag fyrrapart