HM í Danmark, Norra og Kroatia um fimm ár

Altjóða hondbóltssamgongan hevur avgjørt hvar næstu fýra HM-endaspølini skulu spælast

Spælir føroyska landsliðið seg til HM í 2025, kann tað verða í Danmark, Norra ella Kroatia. John Randeris/Ritzau Scanpix

Spælir føroyska landsliðið seg til HM í 2025, kann tað verða í Danmark, Norra ella Kroatia. John Randeris/Ritzau Scanpix

HM í manshondbólti

Altjóð hondbóltssamgongan er í hesum døgum á fundi í Kairo í Egyptalandi.

Har skal millum annað takast støður til, hvar HM-endaspølini skulu spælast næstu árini.

Tað var longu greitt, at næsta endaspæl hjá  monnum verður í Egyptalandi í 2021, og at tað verður í Svøríki og Póllandi í 2023.

Í dag var so støða tikin til, at næstu tvey endaspølini eftir hetta verða eisini í Evropa.

Í 2025 verður HM í trimum londum - eins og EM var tað herfyri.

Tað verða Norra, Danmark og Kroatia, sum verða vertstjóðir. Hálvfinalur og finalur verða spældar í Norra.

Í 2027 verður Týskland vertur.

HM í kvinnuhondbólti

Hjá kvinnum var longu greitt, at HM verður hildið í Spania í 2021 og í Danmark, Norra og Svøríki í 2023.

Í dag gjørdist greitt, at Týskland og Niðurlond verða vertir í 2025 og Ungarn verður einsamallur vertur í 2027.

Ungdóms-HM

Á fundinum var eisini avgjørt hvar endaspølini í ungdóms-HM verða leikt:

2020: U20-kvinnur: Rumenia

2021: U21-menn: Ungarn

2022: U20-kvinnur: Slovenia

2023: U21-menn: Týskland

2024: U20-kvinnur: Norðurmakedónia

2025: U21-menn: Pólland

 

 

 

Spælir føroyska landsliðið seg til HM í 2025, kann tað verða í Danmark, Norra ella Kroatia. John Randeris/Ritzau Scanpix