HM í hondbólti: Egyptaland vann fyrsta dystin

Eftir kaosmerkta upptakt vann vertstjóðin Egyptaland fyrsta HM dystin trygt á Kili.

 

 

Egyptaland vann í fyrsta dystinum í HM kappingini tryggan sigur á Kili. - Foto: Mohamed Abd El Ghany/Reuters

Egyptaland vann í fyrsta dystinum í HM kappingini tryggan sigur á Kili. - Foto: Mohamed Abd El Ghany/Reuters

Upptaktin til HM í manshondbólti, sum verður spæld í Egyptalandi, fer fram eftir koronutreytum, og í dag var fyrstu dystur spældur, sum vertstjóðin vann á Kili.

Koronuavboð hava millum annað merkt, at bæði USA og Kekkia settust aftur bara eitt samdøgur fyri, at endaspælið skuldi byrja, tí stór smittuspjaðing var í bólkunum.

Harumframt hava fleiri tjóðir verið ónøgdar við koronuhandfaringina hjá vertstjóðini.

Sigurin hjá Egyptalandi kom í hús framman fyri tómum áskoðaraplássum, sum nógv hevur verið kjakast um seinastu vikurnar.

Fyriskipararnir høvdu ætlað tað øðrvísi við at hava áskoðarar til dystirnar, men vegna hørð mótmæli, vóru hesar ætlanir sleptar.

Egyptaland tyktist ikki at sakna stuðulin frá fjepparunum, tá liðið longu í hálvleikinum var á odda 18-11.

Vertirnir vóru greiðir favorittar fyri dystin, og tí var tað eisini væntað, at dystargongdin fór at vera soleiðis, sum hon bleiv.

Sjálvt um Kili fekk pyntað eitt sindur um úrslitið stutt fyri dystarlok, so var sigurin hjá Egyptalandi greiður.

Liðið er nú á odda í Bólki G, har umframt Kili eisini eru Svøríki og Norðurmakedonia.

Danmark, sum eisini er rakt av koronuavboð frá strikuspælaranum Henrik Toft Hansen, spælir fyrsta dystin fríggjadagin, tá liðið eftir ætlan skal møta Bahrain. Føroyski høgrivongurin Jóhan á Plógv Hansen er við á danska landsliðnum.

/ritzau/

 

 

 

Egyptaland vann í fyrsta dystinum í HM kappingini tryggan sigur á Kili. - Foto: Mohamed Abd El Ghany/Reuters