HM í inniróðri byrjar í dag: Her er skráin

Í samband við at HM í inniróðri verður í døgunum 23. til 27. februar, skipar Róðrarsamband Føroya fyri felags tiltaki í hølum, har Faroe Fitness helt til í Djón í Geilsgøtu. Seks føroyskir rógvarar hava kvalifiserað seg til luttøku í einum ella fleiri disiplinum.

Her er skráin:

Týsdag 23/2:

kl 12.03 Masters 30-39 Women (500m) Elsa Magnussen

kl 12.03 Masters 30-39 Lw Women (500m) Sarita Kristina Hansen

kl 12.16 Masters 30-39 Lw Men (500m) Bergur Robert Dam Jensen

kl 14.45 Under 23 Women (2000m) Vár Hansen

Mikudag 24/2:

kl 11.18 Under 19 Men (500m) Símun Tórur Joen-Jacobsen

kl 12.00 Masters 30-39 Lw Women (2000m) Sarita Kristina Hansen 

Leygardag 27/2:

kl 11.10 Lightweight Men (500m) Bergur Robert Dam Jensen

kl 11.16 Lightweight Women (500m) Sarita Kristina Hansen

kl 12.48 Under 23 Men (500m) Kristian Linklett Mortansson

kl 12.56 Under 23 Women (500m) Vár Hansen

Róðrarsamband Føroya mælir øllum til at vísa koronutilmælingunum atlit.