HM í Svimjing: Misjøvn avrik í Suðurkorea

Tað er eitt sindur misjavnt hvussu nøgdir føroysku svimjararnir eru

Mynd: (svimjing.com)

Mynd: (svimjing.com)

Signhild Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm hava øll verið í hylinum til HM-kappingina í Gwangju í Suðurkorea. Tað er eitt sindur misjavnt hvussu nøgdir føroysku svimjararnir eru.

- Okkara trý Signhild, Óli og Alvi hava nú roynt seg í sínum fyrstu kappingum her á HM 2019 í Gwangju, og vóru avrikini har OK. Svimjararnir eru kanska ikki beinleiðis ovurfegnir um síni úrslit, men heldur ikki púra ónøgd, skrivar svimjing.com.

Í dag er eingin føroysk luttøka á HM í Gwangju. Svimjararnir fara tíðliga á degnum at venja í hylinum, fyri síðani seinnapartin at taka sær av løttum. 

Úrslitini higartil:

Signhild Joensen: 1:04.04 í 100 rygg, føroyska metið hjá henni er 1:03.01

Óli Mortensen: 8:24.02 í 800 frí, besta tíð hjá honum er 8:10.94

Alvi Hjelm: 2:07.91 í 200 blandað, besta tíð hjá honum er 2:07.46

Eftir at svimja:

Signhild Joensen: 200 rygg

Óli Mortensen: 1500 frí

Alvi Hjelm: 400 blandað

Mynd: (svimjing.com)