HM-lutakast klokkan 15

Fyrsti parturin av undankappingunum til HM 2021 í Egyptalandi byrjar klokkan 15.00

Mótstøðuliðini verða ikki Danmark ella hinar størstu tjóðirnar í fyrstu atløgu. Mynd: Ritzau/Scanpix

Mótstøðuliðini verða ikki Danmark ella hinar størstu tjóðirnar í fyrstu atløgu. Mynd: Ritzau/Scanpix

Í dag klokkan 15 er fyrsta lutakastið til HM í hondbólti, ið verður leikt í Egyptalandi í januar 2021.

Drigið verður í Wien í Eysturríki.

Føroyar skulu byrja við fyrsta undanumfarinum, har liðini, ið ikki spældu seg til EM 2020 skulu kappast.

Føroyar og hinar 14 tjóðirnar verða býtt í fýra bólkar. har londini eru býtt í tríggjar styrkisbólkar. Tríggir bólkar fáa fýra tjóðir, meðan ein fær tríggjar - og altso onga úr niðasta styrkisbólkinum.

Vinnarin úr hvørjum bólki sleppur so til høvuðsundankappingina, har fremstu hondbóltstjóðirnar í Evropa bíða.

Hvør bólkur fær eina tjóð úr styrkisbólki 1, tvær tjóðir úr styrkisbólki 2 og eina tjóð úr styrkisbólki 3. Føroyar eru í styrkisbólki 2.

Styrkisbólkarnir eru soleiðis býttir:

Styrkisbólkur 1: Italia, Ísrael, Litava og Turkaland

Styrkisbólkur 2: Føroyar, Hvítarusland, Estland, Finnland, Grikkaland, Kosova, Rumenia og Slovakia

Styrkisbólkur 3: Kýpros, Georgia og Luksemburg.

In.fo metir at tað hevði verið best at sloppið undan Italia og Litava úr styrkisbólki 1 og Hvítarusslandi og Rumenia úr styrkisbólki 2.

Lutakastið byrjar klokkan 15 føroyska tíð, og in.fo fylgir gongdini

Mótstøðuliðini verða ikki Danmark ella hinar størstu tjóðirnar í fyrstu atløgu. Mynd: Ritzau/Scanpix