HM: Niðurlond skelkaðu Russland og fóru í finaluna

Russland var risastórur favorittur, men Niðurlond vunnu seg púra óvæntað í HM-finaluna

Estevana Polman skoraði níggju sera avgerandi mál ímóti Russlandi í morgun og gjørdi niðurlendsku sensasjónina til veruleika

Estevana Polman skoraði níggju sera avgerandi mál ímóti Russlandi í morgun og gjørdi niðurlendsku sensasjónina til veruleika

Russland var risastórur favorittur at spæla seg í HM-finaluna í morgun.

Sí eisini:

HM: Hálvfinalur í morgun

HM: Russland herjar ímóti gullinum

Men í einum dysti, har álopini vóru í hásæti, eydnaðist tað Niðurlondum at skora eitt mál fleiri enn Russland og vinna 33-32.

Niðurlond vóru væl við frá byrjan og liðini skiftust um leiðsluna. Málini skolaðu inn, og verjurnar báðar høvdu stórar trupulleikar av álopunum. Niðurlond serliga av russisku stjørnuni, Onnu Vyakhireva og Russland av niðurlendsku stjørnuni, Estevanu Polman.

Seinastu fimm minuttirnar tóktist tað brádliga sum, at tær russisku høvdu brúkt sína orku, og nú fóru Niðurlond at fáa fatur í verjuni. Niðurlond høvdu hug at vera eitt mál á odda ímóti dystarenda, har alt skuldi avgerast í seinastu løtunum. Niðurlond vóru á odda við einum tá ið hálvur triði minuttur restaði í.

Tær russisku høvdu trupulleikar at koma til møguleika og brúkti langa tíð áðrenn tær, við spískum vongmáli, javnaði til 32-32 við einum minutti eftir at leika. Niðurlond høvdu eisini ávísar trupulleikar at finna pláss, og Polman tóktist at koma til ein truplan møguleika, áðrenn hon slepti bóltin inn á strikuna, haðani bólturin fór í málið til 33-32. 15 sekund eftir.

Russland hevði skund og øll vistu at bólturin fór at enda hjá russisku stjørnuni, Onnu Vyakhireva. Tað visti niðurlendska verjan eisini, og hon fekk trýst russiska fintuspælaran til eitt skot úr stórari fjarstøðu - og tað fór framvið.

So var dysturin av, Niðurlond høvdu framt nógv størsta skelkin við hetta Heimsmeistaraheitið, og skulu nú spæla HM-finalu sunnudagin ímóti Norra ella Spania.

Norra og Spania spæla klokkan 11.30 føroyska tíð.

Stroyming kann finnast á hesi leinkjuni:

HM: Hálvfinalur í morgun (stroyming)

Estevana Polman skoraði níggju sera avgerandi mál ímóti Russlandi í morgun og gjørdi niðurlendsku sensasjónina til veruleika