HM: Noreg vann, Svøríki leikti javnt og Ísland tapti

Noreg og Svøríki hava enn møguleika at vinna seg í HM-fjórðingsfinalurnar

Svøríki leikti aftur javnt í HM-endaspælinum í manshondbólti í kvøld. Hesaferð móti Slovenia

Svøríki leikti aftur javnt í HM-endaspælinum í manshondbólti í kvøld. Hesaferð móti Slovenia

Noreg kann við sigri á Íslandi í seinasta dystinum í millumbólki 3 vinna sær pláss í HM-fjórðingsfinalunum, um Frakland vinnur ella spælir javnt móti Portugal, og Svøríki kann við sigri ella javnleiki móti RHF í seinasta dystinum í millumbólki 4 vinna sær pláss í HM-fjórðingsfinalunum. Ísland er úti av stríðnum um HM-fjórðingsfinalurnar. Tað er greitt aftaná dagsins dystir.

Noreg vann stórsigur 36-23 (17-11) á Algeria. Svøríki leikti aftur javnt í dag, og misti aftur ein eittmálssigur í seinasta sekundi, men Svøríki er enn ósigrað og tað er avgjørt gott. Dysturin millum Svøríki og Slovenia endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var Svøríki á odda 15-14.

Ísland tapti við tveimum málum móti Fraklandi í millumbólki 3, og er úti av spælinum í kappingini um at vinna seg í HM-fjórðingsfinalurnar.

HER ERU ÚRSLITINI OG MÁLSKJÚTTARNIR Í DAGSINS HM-DYSTUM: 

Millumbólkur 3:

Noreg-Algeria 36-23 (17-11)

Noreg : Alexander Christoffersen Blonz 7, Sander Sagosen 6, Kevin Maagerø Gulliksen 4, Harald Reinkind 4, Kristian Bjørnsen 3, Kent Robin Tonnesen 3, Gøran Søgaard Johannessen 3, Petter Overby 2, Christian O`Sullivan 2, Thomas Solstad 2.

Algeria : Abdi Ayoub 7, Redouane Saker 4, Moustapha Hadj Sadok 4, Messaoud Berkous 3, Hichem Kaabeche 2, Rahim Abdelkader 1, Sofiane Bendjilali 1, Daoud Hichem 1.

Ísland – Frakland 26-28 (14-16)

Ísland :  Bjarki Már Elisson 9, Viggo Kristjánsson 6, Sigvaldi Bjørn Guðjónsson 4, Ólafur Andres Guðmundsson 3, Gisli Thorgeir Kristjánsson 2, Elliði Snær Viðarsson 1, Elvar Ørn Jónsson 1.

Frakland : Dika Mem 7, Kentin Mahe 5, Ludovic Fabregas 5, Melvyn Richardson 2, Hugo Descat 2, Valentin Porte 2, Nedim Remili 1, Michael Guigou 1, Luc Abalo 1, Jean Jacques Acquevillo 1, Romain Lagarde 1.

Sveis – Portugal 29-33 (15-17)

Sveis : Andy Schmid 11, Alen Milosevic 4, Lenny Rubin 4, Cedrie Tynowski 2, Roman Sidorowicz 2, Samuel Rothlisberger 1, Nikola Portner 1, Samuel Zehnder 1, Jonas Schelker 1, Nicolas Raemy 1, Marvin Lier 1.

Portugal : Victor Iturriza 7, Fabio Magalhaes 6, Diogo Branquinho 3, Miguel Martins 3, Antonio Areia 3, Andre Gomes 3, Pedro Portela 2, Joao Ferraz 2, Rui Silva 2, Daymaro Salina 1, Belone Moreira 1.

1. Frakland 8 stig

2. Noreg 6 stig

3. Portugal 6 stig

4. Ísland 2 stig

5. Sveis 2 stig

6. Algeria 0 stig.

Seinasta umfar sunnudagin: Portugal-Frakland, Noreg-Ísland og Sveis-Algeria.

Millumbólkur 4: 

Slovenia – Svøríki 28-28 (14-15)

Slovenia : Dragan Gajic 6, Miha Zarabec 5, Blaz Blagotinsek 4, Jure Dolenec 4, Borut Mackovsek 3, Blaz Janc 2, Nejc Cehte 2, Dean Bombac 1,  Matej Gaber 1.

Svøríki : Hampus Wanne 7, Valter Chrintz 5, Jim Gottfridsson 4, Jonathan Carlsbogard 3, Linus Persson 3, Alfred Jonsson 2, Felix Claar 1, Anton Lindskog 1, Fredric Pettersson 1, Max Darj 1.

Egyptaland – Hvítarussland 35-26 (21-14)

Egyptaland : Ahmed Elahmar 8, Mohamed Mamdouh 6, Ahmed Hesham 5, Yehia Elderaa 3, Wisam Nawar 2, Hassan Kaddah 2, Ali Zein 2, Mohammad Sanad 2, Ibrahim Elmasry 1, Omar Elwakil 1, Akram Yousri 1, Seif Elderaa 1, Yahia Omar 1.

Hvítarussland :  Mikita Vailupau 4, Aleh Astrashapkin 3, Artsem Karalek 3, Vadim Gayduchenko 3, Andrei Yurynok 3, Artsiom Kulak 2, Aliaksandr Padshyvalau 2, Kiryl Samoila 2, Artsiom Selviasiuk 2, Uladzislau Kryvenka 1, Uladzislau Kulesh 1.

Norðurmakedonia – RHF 20-32 (9-19)

Norðurmakedonia : Filip Kuzmanovski 6, Martin Serafimov 4, Nenad Kosteski 2, Zharko Peshevski 2, Darko Georgievski 2, Goran Krstevski 1, Stojanche Stoilov 1, Dimitar Dimitrioski 1, Filip Taleski 1.

RHF : Igor Soroka 6, Denis Vasilev 4, Dmitry Kornev 4, Roman Ostashchenko 3, Sergei Mark Kosorotov 3, Dmitrii Zhitnikov 3, Azat Valiullin 2, Sergei Kudinov 2, Daniil Shishkarev 2, Pavel Andreev 1, Dmitrii Kiselev 1, Aleksandr Kotov 1.

1. Egyptaland 6 stig

2. Svøríki 6 stig

3. RHF 5 stig

4. Slovenia 5 stig

5. Hvítarussland 2 stig

6. Norðurmakedonia 0 stig

Seinasta umfar sunnudagin: Svøríki-RHF,  Egyptaland-Slovenia og Hvítarussland-Norðurmakedonia.

 

 

 

 

 

 

Svøríki leikti aftur javnt í HM-endaspælinum í manshondbólti í kvøld. Hesaferð móti Slovenia